Vársins ljóð - Eivør

Vársins ljóð - Eivør

Альбом
Eivør Pálsdóttir
Год
2000
Язык
`İzlandaca`
Длительность
273990

Şarkının sözleri aşağıdadır Vársins ljóð , sanatçı - Eivør çeviriyle birlikte

" Vársins ljóð " şarkısının sözleri

Çevirili orijinal metin

Vársins ljóð

Eivør

Tú heldur, at summarið koma skal

Við blómum í bakka og ból

Men fyrst má eg syngja tær sólina fram

At skína um heygar og hól

Eg andi lív í ein sóljukopp

Hygg, hvussu hann brettir sær á

Men fyrst má eg bræða tær kavan burt

So fram vinna dái og strá

Eg sigi við ánna og kelduvað

At nú verður summarið skjótt

Í lofti skal hoyrast kátt fuglakvað

Av snípu og stara og lógv

Og hagin skal klæðast í summarskrúð

Har tjøldrini reiða sær ból

Um dimmið skal sólin sær søkja búð

Og lita tær havið sum glóð

Eg gevi tær sóljur og smærubrá

Tann gávan man falla tær væl

Og børnini fáa ein berjadag

Við ljósi og kátasta lag

Eg finni fram frægastu loynimið

Og tey skulu børnini fá

Tá vár okkum gistir eitt annað ár

Eg veit, at tú gleðast man tá

2 milyondan fazla şarkı sözü

Farklı dillerde şarkılar

Çeviriler

Tüm dillere yüksek kaliteli çeviriler

Hızlı arama

İhtiyacınız olan metinleri saniyeler içinde bulun